Sunday, April 23, 2017

Ársveitslan hjá Stígum fast


Feløgini, sum vóru boðin við í ár, vóru Leikum fagurt á Sandi og Norðstreymoyar dansifelag. Eitt frálíkt borðhald við góðum sangi og frálíkum mati, sum Elisabeth Mylhamar stóð fyri.
Vit fóru upp á gólv kl. umleið 10, og Norðstreymoyingar løgdu fyri við Brestis kvæði. Heini Holm skipaði, dansistovan var passaliga lítil til høvið, og hansara sterka mál fylti rúmið. Síðani kvóðu sandingar við Jóhan Hendriki á odda Kópakvæðið. Av øðrum, sum kvøðið varð, kann nevnast Skrímsla, Finnbogaríma, Vaagen.

Tað stuttligasta fyri meg var at hoyra Boaratáttin og Grettis kvæði, sum skopuningar tóku sær av. Tað er fyrstu ferð, eg havi hoyrt boaratáttin á gólvi.



Leygardagurin var ein so frálíkur dagur, sól og kalt allan dagin. Vit fóru ein tú niðan um trøðna. Á vegnum sóu vit, at Borghild hevur prýtt stikið í Oyrargarði aftur í ár, so livandi og fagrir litir møta tær, tá ið tú kemur til Dals. Og hittinorðað er frúan á Bræðnum!

Saman við gomlum føroyskum lívsvísdómi eru hesi orðini úr Pipari og salti komin til heiðurs og æru. Ljóðar ordiliga bíbilskt.



No comments:

Post a Comment