Saturday, February 14, 2009

Eiriksnavnið í Dali (Jógvan í Putlhúsi)

Í árinum 1720 kom Eirikur Eiriksson í Dali fyri barn við Cathrinu Blasiusardóttir úr Skálavík.
Úrslitið av teirra samveru var eitt dreingjabarn, sum varð doypt 9.des. 1720 og fekk navmið Hanus Eiriksson. Hann varð hildin til dópin av Marin Jógvansdóttur, men hvør hon var, veit eg ikki.
Í árinum 1746 giftist Hanus við Cathrinu Jógvansdóttur, og búðu tey nøkur ár í Grúkhelluni á Sandi. Har vórðu teir eldru synirnir hjá Hanusi og Cathrinu føddir, nevniliga Eirikur og Jógvan. Eirikur átti son, sum æt Hanus.
Um ættina í Grúkhelluni sigur Edvard Hjalt, at teirr vóru kvæðakempur og fagurt høvdu teir málið!
Eg veit ikki rættiliga, nær Hanus og Cathrina eru flutt aftur til Dals, men í 1759 varð Johannes Hanusarason føddur, og tá vóru tey í Dali. Johannes doyði av teringi í 1811, 52 ára gamal. Hann varð giftur við Onnu Hanusardóttur f. í Skálavík í 1795, og tey áttu børnini:
Cathrinu, sum varð fødd 26.des 1796
Elsebeth, sum varð fødd 12.mars 1802
Hanus, sum varð føddur 30.sep.1809

Í 1826 giftist Elsebeth Johannesardóttir við Melchiori Johannesarsyni í Kirkjugerði í Skálavík. Hann var 36 ára gamal og “eneste søn i sin faders hus.”
Í 1834 eru bara Anna einkjan eftir Johannes og sonur hennara Hanus í Malthúsi. Tá er hon 61 ár og hann 25.
Í 1845 eru tey somuleiðis tveyeini í Malthúsi, og í 1850 eru tey somuleiðis tveyeini, tá er Hanus 41 ár og hon 77 ár. Hanus Johannesen giftist ikki, og Cathrina ella Anna Cathrina Hansen, sum var fødd í Skálavík og Petur úr Húsavík festu búgv í Malthúsi. Tey fingu sonin Hanus, ið var einabarn.
Hanus giftist við Jóhonnu, sum var ættað úr Króki í Havn – pápin var ættaður úr Húsavík . Hanus og Jóhanna fingu døturnar Trinu, sum giftist Johannes Simonsen entreprenøri í Havn og Lenu, sum giftist í Dali við Jóannesi hjá Vitusi í Rennuni.

Um gomlu Trinu í Malthúsi stendur soleiðis at lesa í Dimmlætting:
Vore øers ældste indvåner Anna Kathrine Hansen (Trina í Malthúsum) er i torsdags afgået ved døden. Hun vilde den 14.april hava fyldt 104 år. Hendes åndsevner var så at sige usvækkede til det sidste.
Nu er hun gået ind til den evige hvile efter en ikke alene usædvanlig lang, men også vel anvendt arbejdsdag. Hun fødtes i Skålevig, og blev gift til Dal på Sandø, hvor hun boede i en lang årrække. Med hende er en ualmindelig dygtig, virksom og indsigtsfuld kvinde gået bort. I den senere tid har hun boet her i Thorshavn hos entreprenør Johannes Simonsen.

Vit hava nú greitt frá ættini ella ein part av ættini hjá Hanusi Eiriksyni, sum var føddur í árinum 1720, og hvørs foreldur vóru Eirikur Eirikson í Dali og Cathrina Blasiusardóttir úr Skálavík.

Eirikur og Cathrina giftust í 1729 og í 1732 fingu tey ein son, sum í dópinum fekk navnið Eirikur.
Hesin Eirikurin var 12 ár yngri enn bróðirin Hanus.
Í 1762 giftist Eirikur Eiriksson (y) við Rachel Mikkjalsdóttur (hon var av Oyrini í Dali)
Børn hjá Eiriki og Rachel vóru:
Cathrina f.1764, hon doyði av bróstsjúku 1824. Cathrina Eiriksdóttir giftist við Sámali Ólasyni og tey fingu hesi børn:
Óli f. 1790
Eirikur f.1792
Óli giftist í 1812 við Annu Magnusardóttur (úr Uttastovu á Sandi). Børn hjá teimum vóru:
Sámal f. 21.apríl 1813, giftist við Lisabeth Jensdóttur

Í 1840 eru hesi fólk í Eirikshúsi :
Sámal Ólason 28 ár óðalsbóndi
Lisabeth Jensdóttir 26 ár kona (úr Dímun)
Cathrina Sámalsdóttir 6 ár
Anna Gretha Sámalsdóttir 4 ár
Óli Sámalson 2 ár
Sámal Ólason abbi húsfaðirin
Poul Jacobsen húskallur

Í 1840 er Sámal í Eirikshúsi taldur í Dali. Í 1845 er hann fluttur til Skopunar.
Eirikur, sum var føddur 1792 fór blaðungur norð til Oyndarfjarðar. Hann bygdi Heiðriksstovu í Oyndarfirði. Við honum doyði mansnavnið Eirikur út í Dali!

No comments:

Post a Comment