Friday, February 6, 2009

Gomul trúgv úr Dali í Sandoy (úr Varðanum)

Í 11. bindi av Varðanum skrivar Adolf Dahl nakað hann nevnir: “Gomul trúgv úr Dali í Sandoy”

Mamma Adolf var Sunneva Nicolajsdatter Larsen f. 1866 í Dali d. 1960 í Skálavík, hon vaks upp í Eirikshúsi í Dali, fór sum ung til Skálavíkar at tæna, har hon giftist við Johannes Olsen, sum var føddur í Dali í 1860 og uppvaksin í Skálavík. Mamma hansara var úr Havn og pápin úr Skálavík.
Mamma Sunnevu var Súsanna Malena Johannesdatter vanliga kallað Malil, hon var úr Havn. Eitt staðarnavn í haganum í Dali hevur navn eftir henni og eitur Malilstúgvur. Møguliga er hon onkuntíð vilst í mjørka, og hevur sett seg har. Kanska onkur veit.
Pápi Sunnuvu var Johannes Niklái Larsen úr Stórhúsi í Dali.
Sunnuva og Jóanes búsettust í Gøtuni í Skálavík og fingu fimm synir, sum allir høvdu Dahl til eftirnavn. Allir vóru ógiftir og bara ein teirra, Niklái sleit aldurin, hinir doyðu allir í góðum árum av sjúku.
Eirikshús í Dali var avtoftað millum 1880 og 1890. Har Eirikshús var, stendur í dag Bygdarhúsið
Eiriksgarður.

No comments:

Post a Comment